Nú eru meistararnir troyttir

Tað gekk akkurát ímóti EB/Streymi, sum í seinna hálvleiki fleiri ferðir var í góðum støðum

Árni Frederiksberg, sum er favorittur at verða kosin ársins spælari, økti um KÍ leiðsluna til 2-0 við fínum skoti av brotsteigarmarkinum

Fyri stórari viku síðani vann KÍ FM, og tað skerst ikki burtur, at nú eru meistararnir troyttir. Mikukvøldið endaði tað við 2-1 tapi í Gundadali ímóti HB – fyrsta tapið í ár – og í dag endaði tað við 2-1 heimasigri ímóti EB/Streymi.

 

EB/Streymur var í verjukendari útgávu. Tað var stutt millum keturnar í verjuspælinum, og tað bar við sær, at tað var torført hjá KÍ at vinna seg til upplagdar málmøguleikar. Tað var neyðugt við ferð og skjótum og óvæntaðum skiftum, og tað sóu heimamenninir ikki at hava yvirskot til í dag.

 

KÍ var alla tíðina meiri á bóltinum, men talan var bara um ein stóran málmøguleika, og so var tað brotssparkið, sum Jóannes Bjartalíð eftir ein hálvan tíma umsetti til 1-0. Árni Frederiksberg royndi seg við frísparki úr 24 metrum, men bólturn brast í tvørtræið, áðrenn hann fór út til málspark.

 

Tveir minuttir eftir steðgin vísti Árni Frederiksberg, hví hann verður roknaður at vera favorittur at verða kosin ársins spælari. Hann snaraði kring seg sjálvan eitt sindur í vinstru og 17 metrum úr málinum, áðrenn hann smekkaði til, og bólturin streyk í handara síðunetið.

 

So var lagt upp til, at KÍ fór at skjóta tvey mál afrat og harvið at røkka 100 málum, men soleiðis varð tað ikki. KÍ hevði bóltin nógv, men tað eydnaðist ikki at skjóta mál.

 

EB/Streymur varðveitti góðu verjuskipanina, og í mótálopum vóru gestirnir fleiri ferðir vandamiklir. Serliga eyðsýndir vóru Símun Sólheim og Jóhann Hansson Joensen, og fimm minuttir eftir, at KÍ hevði økt um munin til 2-0, var tað Jóhann Hansson Joensen, sum eftir fínt álop í høgru sendi bóltin dygst inn við nærru stólparótini.

 

So var 2-1, og inntil síðsta bríksl var tað spenningur um úrslitið. EB/Streymur bjargaði á strikuni eftir horna, men tað vórðu ikki skorað fleiri mál.

 

 

 

KÍ – EB/Streymur 2-1 (1-0)

 

1-0: Jóannes Bjartalíð br

 

2-0: Árni Frederiksberg

 

2-1: Jóhann Hansson Joensen

 

Dómari: Rúni Olsen

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Børge Petersen, Jesper Brinck – Árni Frederiksberg, Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg, Jóannes Bjartalíð – Jonn Johannesen, Páll A. Klettskarð

 

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Ragnar B. Danielsen, Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Ári Arge – Ronnie Møller-Iversen, Rói H. Olsen, Bárður Olsen, Símun Sólheim, Jóhann Hansson Joensen – Niklas T. Kruse

 

Árni Frederiksberg, sum er favorittur at verða kosin ársins spælari, økti um KÍ leiðsluna til 2-0 við fínum skoti av brotsteigarmarkinum