Nú eru tær fyrstu íbúðirnar lidnar

Um tvey ár eru 28 íbúðir lidnar afturat

Fyrsta byggistig við Blómubrekku og Berjabrekku. Myndina tók FaroePhoto

Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku og Berjabrekku í Havn, klárar at verða leigaðar út. Tað er byggivirkið, Bulur, byggir íbúðirnar fyri Bústaðir, og tað er Palli Gregoriussen, arkitektur, sáli, sum hevur teknað íbúðirnar. Í hesum byggistigi eru 10 íbúðir, har fyrstu leigararnir fluttu inn 1. oktober.

 

Tilsamans fevnir verkætlanin á Blómubrekku og Berjabrekku um 38 íbúðir, harav tær, sum hava innkoyring frá Berjabrekku, verða gjørdar í samstarvi við Almannaverkið og Sinnisbata.

 

Í hesum fyrsta byggistigi, sum er á ovasta partinum ímóti Blómubrekku, eru fimm bygningar, har tað í tvær íbúðir í hvørjum bygningi. Talan er um íbúðir upp á einar 110 fermetrar í tveimum hæddum, og hesar íbúðirnar eruímillum tær størstu, sum Bústaðir hevur.

 

Næsta byggistig við 12 íbúðum, sum er tann parturin, sum verður gjørdur í samstarvi við Almannaverkið og Sinnisbata, verður tikin í brúk í næsta ár. Seinastu 16 íbúðirnar, sum verða 50-70 fermetrar til støddar, verða lidnar í 2024, siga Bústaðir.

 

 

 

Fyrsta byggistig við Blómubrekku og Berjabrekku. Myndina tók FaroePhoto