Nú fara danir at flagga við føroyskum flaggi

Tað skal vísa tey sterku bondini í ríkisfelagsskapinum

Nú verða almennur føroyskur, og almennur grønlendskur flaggdagur, hildnir í Danmark.

 

Tað hevur danska stjórnin nú avgjørt.

 

Tey vóru mong sum undraðust, tá ið tíðindini herfyri bórust um, at allar flaggestengur við danskar stjórnarbygningar, skuldu teljast.

 

Danskir miðlar gittu og gittu um, hvat hetta var fyri nakað, men so kom undan kavi, at tað var tí at danska stjórnin ætlaði at flagga við føroyskum og grønlendskum flaggi ein dag um árið.

 

Og nú er endaliga avgjørt, at tað verður ein almennur føroyskur, og ein almennur grønlendskur flaggdagur í Danmark um árið

 

Teir vera á grønlendska tjóðardegnum 21. juni, tá flaggað verður við grønlendska flagginum, Erfalasorput, og á føroyska tjóðardegnum, ólavsøkudag, 29. juli, tá ið Merkið verður vundið í húnar hátt við allar danskar stjórnarbygningar og á øllum donskum sendistovum uttanlands.

 

Forsætismálaráðið sigur, at Lars Løkke gleðir seg til í summar, tá ið flaggast skal fyrstu ferð við føroyska og danska flagginum.

 

- Fløggini eru ymiskt, akkurát sum londini í ríkisfelagsskapinum. Men tað er ymiskleikin, sum skal virðast, samstundis sum vit staðfesta og hátíðarhalda okkara felags søga, og sterku bond í ríkisfelagsskapinum, sigur hann.

 

Í hesum sambandi hevur forsætisráðharrin bjóðað øllum limunum í Føroyanevndini og í Grønlandsnevndini til móttøku.

 

Fremsta, føroyska matstovan, Koks, er í hesum døgum í Keypmannahavn, har hon hevur fingið framúr góð skoðsmál.

 

Og tað hevur Lars Løkke uttan iva lagt merki til, í móttøkan verður nettupp á Koks.