Tað var ein sera bilsin og ovurfegin havnadrongur, sum eftir at hava snarað Gekkahjólinum fyri triðju ferð fríggjakvøldið vann tann stóra vinningin. Martin Kjeld gjørdist yngsti vinnarin í Gekkaspælinum í Sjónvarpinum, tá hann hetta kvøldið vann 260.000 kr.
Hann átti sjálvur vinnaraplátuna. Mamman var í arbeiðsørindum í Runavík, tá hon av tilvild fekk eygað á Gekkaseðlarnar og keypti tveir teirra, harav annar varð vinnaraseðilin hjá Martini.
-Eg eri sera glaður og fari nú at keypa eina súklu til systur mína Lindu og eina til mín sjálvs sigur Martin við Sosialin. Hann ætlar sær so eisini at keypa sær eina teldu. Restin av pengunum fer inn á eina bundna konto í peningastovninum.
Tað hava verið nakrir eydnuríkir og spennandi dagar, síðani Martin vann í Gekkaspælinum, tí bæði vinfólk og grannar hava verið inni á gólvinum og ynskt honum tillukku.
Fríggjakvøldið gistu Martin og familjan á Hotel Føroyum. Tá tey komu til hús leygardagin komu grannar og vinfólk at vitja. Mamman Tony bakaði fýra stórar skuffur av pizza, so har fór eingin svangur til hús aftur.
Eisini mánamorgunin varð nógv gjørt burtur úr Martin og vinningi hansara. Tá hann kom í skúla komu bæði lærarar og næmingar og ynsktu honum tillukku.
Enn er nakað tíðliga at siga, hvat Martin fer at brúka restina av pengunum til, men pápin Edvard dylur ikki fyri, at okkurt skal brúkast til eina komandi útbúgving hjá Martini.