Nú goysir aftur á Reykjanesi

Eitt eldgos er farið at goysa í kvøld á Reykjanesi. Tað er sætt ferð at eldgos er í økinum síðani desember.

Eitt gosfjall á Reykjanesi í Íslandi er farið at goysa í kvøld.

Tað skrivar Reuters.

Tað er sætta gosið í økinum síðani desember í fjør.

Sambært íslendska kringvarpinum RUV váttar íslendska veðurstovan, at tað goysir.

Gosið byrjaði í Sundhnúks-gosopinum á Reykjanesi klokkan 21:26 íslendska tíð. Tað byrjaði umleið ein tíma eftir at jarðskjálvti hevði verið í økinum.

Býurin Grindavík liggur nærindis gosfjallinum. Har búgva sløk 4.000 fólk, men hevur í stóran mun verið afturlatin síðani árslok í fjør, tá íbúgvarnir fyrstu ferð fingu boð um at rýma.

 

/ritzau/