Í vikuni læt upp nýggjur handil í hølunum har Daniella á Áarvegi 6, var áður. Tað er parfumaríið »Drós«. Hóast vørutilboðini eru tey somu - smyrsl o.a. til dagligu røktina, so er nógv øðrvísi.
Nýggju eigararnir vilja skapa lív í miðbýnum. Tað skal m.a. gerast við at bjóða gestunum á Hafnia og øllum handilsfólkunum í miðbýnum at keypa frá teimum, móti at fáa vøruna bíligari enn til vanligan útsøluprís.
Tað siga tær báðar Fía Norðberg, sum undirvísir á Handilsskúlanum í Eysturoynni og Tordis Fagranes, sjúkrasystir, ið arbeiðir á skaðastovuni í Havn.
Fía Arge, kosmetologur er triðja kvinnan í hesum tiltakinum. Hon hevur dagligu leiðsluna av handlinum um hendi, og verður tí beinleiðis sambandið til viðskiftafólkið.
Hon hevur arbeitt sum kosmetologur í Føroyum og í Danmark, og fer umframt at selja smyrsl o.a., eisini at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólkið um tað, sum riggar best til tann einstaka.
Spurdar hvussu tað bar til at ein sjúkrasystir og ein lærari fara undir at reka parfuhandil, sigra Fía og Tordis brosandi: - Vit eru vinkonur. Tað hava vit verið síðani vit hittust á Føðingardeldini fyri seks árum.
? Vit hava ofta tosað um at gera eitthvørt tiltak saman, keypa ein handil ella tílíkt. Tá nú »Daniella« var til sølu, bóðu vit um eitt tilboð, og keyptu handilin, siga tær.
Fyribils er handilsumhvørvið broytt fullkomiliga, og líkist meira eini hárfríðkanarstovu ella tílíkt stað, har fólk fáa ymsar tænastur.
Tað er ógvuliga hugnaligt inni, við stólum og borði, har fólk kunnu hvíla seg, meðan Fíu Arge gevur góð ráð og kanska eisini ein kaffimunn.
Fía Arge og eigararnir eru samdar um at gera handilin til eitt stað, har dygdarvørur og góð tænasta verður sett í hásæti.
Tær halda eisini brúk er fyri einum handli av hesum slag, har øll vørusløg eru at fáa, ikki bert bíligar vørur, men eisini slíkar, sum kosta meir.
? Eitt parfumerí skal hava stórt vøruúrval, og hóast vit ikki hava fingið allar vørurnar enn, er tað ætlanin vit arbeiða fram ímóti, siga tær.