Upptakt: Nú kemur fótbólturin heim til Onglands

EM 2020: “It’s Coming Home” er eitt slagorðunum hjá Onglandi. Faktuelt passar tað til eitt vist, men verjuparturin fylgir ikki við

Upprunin til fótbóltin finna vit í Onglandi. Síðani EM 1996 hevur slagorðið verið “It’s Coming Home” eftir kenda sanginum hjá David Baddiel, Frank Skinner og The Lightning Seeds við heitinum Three Lions.

 

Fyri fyrstu ferð síðani 1996 er tað partvís rætt, tí London er ein av vertsbýunum. Wembley hevur enntá fingið tann heiðurin at hýsa hálvfinalu og sjálvari finaluni. So er spurningurin um tað eydnast Onglandi at vinna seg so langt í kappingini.

 

Framrætta er Ongland væl fyri við spælarum sum Raheem Sterling, Phil Foden, Jack Grealish, Jadon Sancho, Mason Mount og Harry Kane. Avbjóðingin liggur í verjuni og í málinum. Harry Magurie er ivasamur og avloysarnir hava ikki verið sannførandi. Tað er heldur ikki greitt hvør kemur at standa í mál, og Ongland hevur ongan Gordon Banks longur.

 

Skal vann seg lættliga víðari til EM-endaspælið, men fyrireikingarnar til endaspælið hava verið ávirkaðar av, at spælararnir hjá Manchester City, Manchester United og Chelsea hava verið upptiknir av Champions League og Europa League finalum.

 

Mett verður, at Ongland í ringasta føri kemur úr bólkaspælinum, men sum altíð, so so eru tey eisini nógv í trúgva upp á, at Ongland endiliga kann vinna eitt EM. Helst liggur svarið onkustaðni har í millum. Kanska ein brotssparkskapping móti Týsklandi í hálvfinaluni eins og í 1996?

 

##med2##

 

Bólkur D:

 

Ongland – Kroatia (14.00)

 

Dómari: Daniele Orsato, Italia

 

Leikvøllur: Wembley, London

 

Væntað uppstilling Ongland (4-3-3): Pickford - Walker, Stones, Mings, Trippier - Rice, Mount, Phillips - Sterling, Kane, Foden

 

Hópurin hjá Onglandi:

 

Málverjar:

 

Dean Henderson, Manchester United

 

Sam Johnstone, West Bromwich Albion

 

Jordan Pickford, Everton

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Ben White, Brighton Hove & Albion

 

Ben Chilwell, Chelsea

 

Conor Coady, Wolves

 

Reece James, Chelsea

 

Harry Maguire, Manchester United

 

Tyrone Mings, Aston Villa

 

Luke Shaw, Manchester United

 

John Stones, Manchester City

 

Kieran Trippier, Atlético Madrid

 

Kyle Walker, Manchester City

 

 

 

Miðvallarar:

 

Jude Bellingham, Dortmund

 

Jordan Henderson, Liverpool

 

Mason Mount, Chelsea

 

Kalvin Phillips, Leeds United

 

Declan Rice, West Ham

 

 

 

Áleyparar:

 

Dominic Calvert-Lewin, Everton

 

Phil Foden, Manchester City

 

Jack Grealish, Aston Villa

 

Harry Kane, Tottenham

 

Marcus Rashford, Manchester United

 

Bukayo Saka, Arsenal

 

Jadon Sancho, Dortmund

 

Raheem Sterling, Manchester City