Nú kemur heildarútgávan hjá Beinir

Tíðindaskriv: 25. oktobur kemur Beinir við nýggjari útgávu, sum hann kallar “Greener”, sum eisini er heitið á fyrsta av fýra stakløgum, sum eru komin út.

Fyrstu sangirnir skrivaðir í Føroyum

Tekstirnir á “Greener” snúgva seg m.a. um ferðina hjá Beinir úr tí trygga og kenda umhvørvinum í Føroyum til Keypmannahavnar at fylgja dreyminum um at liva av tónleikinum.

 

 

 

Um sangin “Greener” sigur Beinir:

“Eg skrivaði “Greener” í 2020. Meðan eg sat og hugdi út á fjørðin og sá grønu fjøllini hinumegin, hugsaði eg, um grasið veruliga er grønari hinumegin, sum so mangan verður sagt. “Greener” snýr seg um at droyma, og er samstundis bæði byrjanin til nýggju plátuna og eitt nýtt tíðarskeið í mínum lívi.”

 

 

 

Saman við Jonah Blacksmith í Store Vega

Sangurin “Coming home” lýsir longsulin til heimstaðin, og tvístøðuna at fara heiman fyri at uppliva okkurt nýtt – ein avgerð, sum kann verða torfør og røtt samstundis.

“Eg minnist væl, tá eg skuldi spæla “Coming Home” live fyrstu ferð. Tað var á konsertferð í Danmark, har eg hitaði upp fyri Jonah Blacksmith. Tá vit endaðu konsertferðina í Store Vega í Keypmannahavn, spurdu teir í Jonah Blacksmith, um teir kundu spæla “Coming Home” saman við mær. Tað er ein live-uppliving, sum eg ongantíð gloymi.”

 

 

 

Samstarv við royndar framleiðarar

Í Keypmannahavn møtti Beinir framleiðarunum Anders Bønløkke og Søren Christensen, sum m.a. hava framleitt fyri kendar bólkar sum Alphabeat og Carpark North. Teir báðir hava saman við Beinir gjørt eina plátu við live-huglagi, sum ferðast millum orkumiklar, róligar og hugsunarsamar løtur.

 

 

 

Stórt talent og stórar løtur

Beinir hevur rættiliga gjørt vart við seg á P4 hjá danska kringvarpinum, har nýggju stakløgini eru nógv spæld. Boð vóru eisini eftir Beinir at syngja kenda sangin "Hva’ Gør Vi Nu, Lille Du?" hjá Kim Larsen í sendingini “Live fra Christiansborg” á DR1. Í ár hevur Beinir m.a. spælt á Smukfest, Hotel Cecil og í Go' Morgen Danmark hjá TV2, har fólk hava tikið sera væl ímóti honum. Serstaka konsertferðin í Danmark, sum Beinir kallaði "Unknown Location Tour," har fólk vóru biðin um at senda honum uppskot um, hvar hann skuldi spæla, eydnaðist framúr væl og fekk nógva umrøðu. Og fyri stuttum var Beinir á pallinum í beinleiðis sjónvarpssendingini Vild Med Dans hjá TV2, har hann sang seinasta staklagið “Call Me A Dreamer”.

 

 

 

Stór konsertferð og vitjan í Tutl

Beinir fyrireikar í hesum døgum eina stóra konsertferð, har hann fer at spæla solo ella við bólki í Danmark, Týsklandi og Føroyum. Við á ferðini hevur Beinir “Greener” á LP-plátu og fløgu.

 

Hósdagin 21. novembur kl. 15.30 hevur Beinir eina lítla útgávukonsert í Tutl saman við sínum bólki, har øll eru hjartaliga væl komin.

 

 

 

(Tíðindaskriv)