Sambandsflokkurin hevur arbeitt við einum vinnuligum vakstrarpakka, sum flokkurn fer at leggja fram á tíðindafundi í morgin klokkan 9:30
Tað verður Bárður Nielsen, formaður, sum fer at leggja vakstrarpakkan fyri Føroyar fram.
Sambandsflokkurin situr sum kunnugt nú í andstøðu í løgtinginum. Flokkurin hevur seks tingmenn og harvið seks fulltíðar politikarar. Men árini frá 2004 til 2015 sat flokkurin í samgongu – og árini frá 2008 til 2015 hevði flokkurin løgmann og leiðsluna í Tinganesi – umframt landsstýrismannin í vinnumálum.
Áðrenn løgtingsvalið 1. september hevði Sambandsflokkurin 13 fulltíðar politikarar á løgtingi, landsstýri og á fólkatingi.
Hvørt talan er um vakstrarpakka, sum flokkurin ikki fekk í gjøgnum saman við Fólkaflokkinum í seinastu samgongu – og tí nú roynir at fáa í gjøgnum saman við samgonguflokkunum, verður einki sagt um.
– Vinnuligi vakstrarpakkin er skipaður í tvey uppskot, sum skulu viðgerðast í Løgtinginum í næstum. Í pakkanum eru fleiri politisk átøk, sum Sambandsflokkurin ætlar skulu setast í verk, og sum kunnu vera við til at skapa nýggj og spennandi arbeiðspláss í Føroyum, sigur flokkurin í innbjóðing til tíðindafundin á Gamla Apoteki í morgin.