Nú kunnu kelidjór verða útvíst úr Føroyum

Samstundis verður tað nú strangari at ferðast til og úr Føroyum við hundum og kettum

Hundar og kettur, og onnur kelidjór, sum tað ikki er loyvt at hava í Føroyum, skulu heldur ikki hava loyvi at vera her. Tað er úrslitið av eini kunngerð, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, nú hevur lýst.

 

Tað eru ymisk sløg av hundum og øðrum kelidjórum, sum tað ikki er loyvt at innflyta til Føroyar. Eitt nú er tað ikki loyvt at innflyta kamphundar og blandingshundar, har kamphundur er uppi í.

 

Hvat øðrum kelidjórum viðvíkur, er talan um tað, tey kalla eksotisk djór, eitt nú ymisk sløg av fuglum, paddum, fiskum, djórum, sum hava eiturbit ella eitursting, og onnur kelidjór, ið kunnu vera til vanda fyri fólk og náttúruna

 

Men Helgi Abrahamsen sigur, at í roynd og veru hava myndugleikarnir ikki heimild til at gera nakað við tað. Hann sigur, at myndugleikarnir hava viðgjørt ítøkilig mál um djót, sum eru ólógliga innflutt til Føroya, men niðurstøðan var, at tey høvdu ikki heimild at gera nakað við tað.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at tað gevur onga meining at hava eitt forboð – uttan at hava loyvi til at gera nakað við tað, tá ið forboðið verður brotið.

 

Tí hevur hann nú sett eina kunngerð í gildið, har tað er ásett, at djór, sum eru ólógliga innflutt, skulu heldur ikki sleppa at vera er. Og tað eru bara tvinnir kostir í at velja, antin skal djórið avlývast, ella skal tað sendast avlandinum aftur, haðani tað er komið. Og tað er ein støða, Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal taka í samráð við eigaran.

 

Annars eru reglurnar fyri at ferðast ímillum lond við hundum og kettum, eisini broyttar. Upprunaliga var ætlanin at seta forboð fyri tí, men tað vóru tey, sum ferðast ímillum lond við seyðahundum til kappingar, ímóti, so tann ætlanin varð slept. Men nú er ein kunngerð sett í gildið, sum loyvir fólki at ferðast til og úr Føroyum við hundum og kettum, men treytin er, at tey eru koppsett og viðgjørd fyri eina røð av sjúkum.

 

Savnsmynd