Nú lækkaðu lønirnar nokk so nógv

Vøksturin, sum hevur verið stórur hesi seinastu árini, er nú hæsaður av.

Í august í ár vórðu 832,2 milliónir krónur goldnar í lønum í Føroyum. Og tað merkir, at lønirnar er nógv minni í august, enn tær vóru í juli, tá ið tær vóru 66,1 millión hægri. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Tað er ein vanlig gongd, at lønargjaldingarnar í august eru væl lægri enn í juli, men sum heild er gongdin tann, at tann stóri vøksturin, um hevur verið rættiliga støðugur hesi seinastu árini, er við at hæsa av.

 

Men tað vísir seg eisini, at munurin ímillum kynini, stendur við, og tað er heldur so, at munurin veksur enn hann minkar. Í august tjentu menninir, 492,5 milliónir og kvinnurnar tjentu 339,7 milliónir, ella 152,8 milliónir minni.

 

Men har skal eisini havast í huga, at tað eru næstan 1.900 kvinnur færri í Føroyum enn tað eru kvinnur.

 

Kortini er gongdin tann, at sum heild hevur munurin ímillum kynini verið veksandi hesi seinastu árini. Í mai í 2013, lógu lønirnar hjá monnum um 346,8 milliónir, men tann hjá kvinnunum lá um 236,2 milliónir, ella 110,6 milliónir minni. Síðani er kynsmunurin alsamt vaksin og serliga í desember í fjør var hann stórur, tí tá tjentu menninir 616,4 og kvinnurnar tjentu 325 milliónir, ella heilar 291,4 milliónir minni. Síðani tá er munurin kortini minkaður eitt sindur aftur.

 

Umframt føroyingar, eru tað eisini nógvir útlendingar, sum arbeiða í Føroyum og í august í ár, tjentu útlendingar 38, 5 milliónir í Føroyum. Útlendsku menninir tjentu 27,7 milliónir og útlendsku kvinnurnar tjentu 10,8 milliónir.

 

Nógv tann størsta vinnugreinin er almennar tænastur, har 298 milliónir vóru goldnar í lønum í august í ár og beint í hølunum á teimum eru tær privatu tænastuvinnurnar, sum rindaðu 279 milliónir í lønum í august í ár.

 

Í fiskivinnuni vórðu 142 milliónir goldnar í lønum í august og í byggivinnuni vóru lønargjaldingarnar 113 milliónir í august í ár.