Nú fer Faroe Pride inn á Skálafjørðin

Faroe Pride verður í ár skipað sum rekkjukoyring úr Havn og inn á Skálafjørðin

Faroe Pride, sum felagsskapurin LGBT Føroyar skipar fyri, fer í ár á rull – bókstaviliga.

 

Tann vanliga Faroe Pride skrúðgongan, sum fer ígjøgnum Havnina, varð avlýst orsakað av koronu. Ístaðin taka fyri fyriskipararnir nú stig til eina øðrvísi Faroe Pride.

 

Týsdagin 27. juli verður skipað fyri Pride rekkjukoyring við bilum úr Havn, inn á Skálafjørðin og aftur til Havnar.

 

– Nú undirsjóvartunnilin ger tað lætt og ómakaleyst at fara leiðina til Skálafjørðin, fer Faroe Pride fyri fyrstu fer úr Havnini og inn á Skálafjørðin. Sostatt gerst Pride’in, sum ikki skuldi vera, nú til størsta Faroe Pride nakrantíð. Hetta er samstundis frálíkt høvi at hátíðarhalda 10 ára dagin hjá LGBT Føroyar, sigur LGBT Føroyar í fráboðan.

 

Lagt verður upp til, at fólk prýða bilarnar í besta Pride-stíli. Tað kann vera alt frá fløggum og ballónum til litføgur klistur og blómur. Tað er bara hugflogið, ið setir mørk! 

 

Bilarnir hittast á Hjalla kl. 16.30, har seinasta hond verður løgd á at prýða bilarnar. Klokkan 17 verður koyrt av Hjalla, ígjøgnum Eysturoyartunnilin og upp á Strondum. Koyrt verður kring Skálafjørðin til Runavíkar og aftur gjøgnum Eysturoyartunnilin til Havnar. Í Havn verður koyrt ígjøgnum ymiskar býarpartar, og koyringin endar í Steinatúni. Tá bilarnir koyra viðari úr Steinatúni umleið kl. 19, er Pride-rekkjukoyringin liðug. 

Ein sendari verður við í rekkjukoyringini, so allir bilarnir og tey sum búgva í grannalagnum, har bilarnir koyra, kunnu lurta eftir rásini og hoyra góðan tónleik, prát og fylgja við, hvat annars hendir á túrinum. Kunnað verður um, hvørjari rás sent verður frá.

 

– Tey, sum ikki koma við at koyra, eru meira enn vælkomin at standa framvið vegnum og vinka, tá Pride-rekkjukoyringin koyrir framvið, og soleiðis gera tað enn meiri hugaligt at koyra við í Faroe Pride-rekkjukoyringini, sigur LGBT.