FÓTBÓLTUR: FSF hevur nú ásett, hvussu og nær tað skal spælast um upp- og niðurflyting í øllum deildunum burtursæð frá ímillum 1. og 2. deild hjá mannfólkunum. Ætlanin varð send feløgunum í vikuni.
Vit skrivaðu týsdagin, at tað var ein spurningur, um B68 átti at flyta beinleiðis niður, sjálvt um teir endaðu niðast í 2. deild. Spurnartekini hildu vit kundi gerast aktuelt, um FS Vágar noyðist niður úr 1. deild og harvið eisini noyðist niður úr 2. deild.
FSF roknar B68 at verða flutt niður, tí teir endaðu niðastir í 2. deild.
Fyrri dysturin ímillum 2. deildarliðið hjá FS Vágum og 3. deildarliðið hjá NSÍ verður í Sandavági í morgin. At dysturin er settur at vera í morgin og ikki í dag man komast av, at talan verður um eina nýggja støðu, um tað vísir seg, at besta liðið hjá FS Vágum flytir niður í dag. So verður einki at spæla um, og NSÍ flytir upp. Dómari í Sandavági verður Kim Ejdesgaard, og annan leygardag, tá tað verður spælt í Runavík, skal Tummas Pauli Olsen døma.
Sambært útsenda yvirlitinum skuldu 3. deildarliðið hjá B71 og 4. deildarliðið hjá B36 spæla á Sandi í dag og í Gundadali komandi leygardag. Dysturin á Sandi verður í dag, og tað verður Arni Gunnarsson, sum skal døma. Dysturin í Gundadali varð longu spældur hóskvøldið, og B36 vann 6-0. Tað vil siga, at alt bendir á, at teir flyta upp, meðan B71 noyðist niður úr 3. og í 4. deild.
Hjá kvinnunum skulu B68 og NSÍ stríðast um eitt pláss í 1. deild. B68, sum endaði næstniðast í 1. deild í ár, hevur heimavøll í dag. Eiler Rasmussen av Skála skal halda skil á. Komandi leygardag verður NSÍ, sum vann 2 deild í ár, á heimavølli, og tá verður tað Petur Reinert úr Leirvík, sum verður dómari.