Nú verður bíligari at nýta fartelefonina í ES

Europaparlamentið hevur samtykt at banna roamingútreiðslum í ES.

Europaparlamentið í Strasbourg samtykti í gjár eina lóg, sum bannar sonevndum roamingkostnaðum á fartelefonnýtslu, internetnýtslu og sms-boðum, tá tú ferðast í ES-londum. 

 

Hetta merkir, at frá 1. juni 2017 fer tað at kosta tað sama at nýta sína fartelefon á ferð í øðrum ES-londum sum í heimlandinum.

 

Væntandi fer roamingkostnaðurin nú at minka enn meiri í 2016, innan hann hvørvur heilt í 2017.

 

Roaming merkir, at fartelefonkundar hava atgongd til eitt fartelefonnet eisini tá teirra egna net ikki røkkur til teirra longur. Higartil hava telefyritøkurnar tikið tað, sum mong vilja kalla okursprís, fyri hesa tænastu, men so verður ikki longur.

 

Sigast skal, at flestu fyritøkur eru longu byrjaðar at tillaga seg nýggju lógina. Fleiri og fleiri lond vera løgd aftur at listanum yvir lond, har tú kanst ringja til og frá uttan eyka kostnað. Størsta broytingin nú verður tí allarhelst hon, at telefyritøkurnar ei heldur kunnu krevja eyka fyri internetnýtsluna, sum annars enn hevur verið heldur dýrt at nýtt. 

 

So um tvey ár er kanska ráðiligt at fara at ferðast við teldlunum og snildtelefonunum, uttan at ein má minnast til at sløkkja mobilnetsambandið áðrenn ein fer avstað.