Nú verður borgarafundur á Sandi um vegaføring

Jón Sigurðsson fer at leggja fram alternativar loysnir, og høvi verður eisini hjá fundarluttakarum at seta spurningar og koma við viðmerkingum

Mánadagin hin 9. desember verður borgarafundur á Sandi um Suðuroyartunnilin og vegaføringina í Sands kommunu í samband við tunnilin.

 

Fundurin verður klokkan 19 í hølunum hjá Sands kommunu. 

 

- Í lógaruppskotinum eru tveir møguleikar um vegaføring nevndir, annar eystanfyri Sandsvatn og hin vestanfyri Sandsvatn, siga tey í Sands kommunu í dag.

 

Sagt verður, at borgarafundurin verður grundarlag undur hoyringarskrivi, sum Sands kommuna fer at gera í samband við ætlaðu linjuføringina.

 

- Í panelinum á borgarafundinum fara at sita borgarstjórin í Sands kommunu, umboð fyri áhugafelagið Veltan, umboð fyri landbúnaðin, umboð fyri náttúruvernd og umboð fyri skúvoyarbygd.

 

Í Sands kommunu siga tey, at Jón Sigurðsson fer at leggja fram alternativar loysnir, og høvi verður eisini hjá fundarluttakarum at seta spurningar og koma við viðmerkingum.