Nú verður borgarafundur um miðbýin í Havn

Miðbýurin skal vera ein urtagarðsbýur og hann skal vera bæði livandi, fjølbroyttur og grønur

Miðbýurin, sum tosað verður um í hesum føri, er økið innan fyri strikurnar. Tað bláa ovarliga, er áin sum nú verður løgd av nýggjum undir tinghúsinum og har Havnará liggur undir

Nú fer Tórshavnar Býráð at hava borgarafund um miðbýin í Havn. Fundurin verður í Finsen mikukvøldið og har fer býráðið at greiða frá, hvussu miðbýurin skal skipast.

 

Í hesum sambandi er endamálið at gera miðbýin í Havn til ein livandi, fjølbroyttan og grønan urtagarðsbý. Endamálið er at fáa fleiri bústaðir í miðbýin, men tað skulu eisini fleiri trivnaðarøki gerast, sum skulu fáa fólk at støðast.

 

Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini, sigur, at endamálið er ikki at kollvelta mibýin, men at menna tað, sum er.

 

Tað merkir, at tað, sum er eyðkent fyri miðbýnum, verður varðveitt og styrkt. Her verður serliga hugsað um at varðveita tær mongu smogurnar, ið binda býin saman, eitt nú tær smáu og snøggu húsini við mønutekju, umframt bygningar sum gamla Føroya Banka, Ebenezer, Kondittaríið, gamla Sparikassan, Býráðshúsið og Meiaríið.

 

– Ein part av árinum hava vit tómar gøtur og ein, at kalla, lívleysan miðbý. Tí mugu vit ásanna, at miðbýurin hevur tørv á virksemi, sum stuðlar undir at býurin gerst virkin alt árið. Okkara býarkjarna hevur tørv á at fóta sær og livna upp aftur, sigur býráðið í einum uppleggi til fundin.

 

Eitt, sum dentur verður lagdur á, er at fáa fleiri bústaðir oman í miðbýin, at styrkja tann grøna dámin og at menna eitt trygt gonguumhvørvi.  Tróndur Sigurðsson sigur, at hann sera væl nøgdur við uppskotið, sum er gjørt. Hann sigur, at hetta er ein langtíðarætlan, sum ætlanin er at bæði hetta, og komandi býráð, skulu halda seg til.

 

##med2##

 

Miðbýurin, sum tosað verður um í hesum føri, er økið innan fyri strikurnar. Tað bláa ovarliga, er áin sum nú verður løgd av nýggjum undir tinghúsinum og har Havnará liggur undir