Nú verður lættari at fáa fatur á grind

Landsstýrismaðurin hevur broytt reglurnar fyri at gera tað lættari

Nú verður tað lættari at fáa fatur á grind til matna. Tað er úrslitið, nú Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur broytt reglurnar í sambandi við grind. Sum støðan er nú er tað loyvt at selja neytakjøt, seyðakjøt og fugl í handlum og á matsstovum, hóast framleiðarin ikki er løggildur. Men nú eru reglurnar broyttar, soleiðis at hetta eisini umfatar grind.

 

Helgi Abrahamsen hevur áður sagt við okkum, at hann er fullgreiður yvir, at onkuntíð er tvøst og spik at fáa í handlum, og eisini á matstovum, men í roynd og veru er tað ikki loyvt. Men nú er tað so formliga lógligt, at grind er handilsvøra og kann verða seld í handlum og á matstovum.

 

Tað verður ofta ført fram, at tá ið útlendingar finnast at okkum fyri at drepa grind, er tað eitt av okkara sterkastu kortum ímóti teimum, at grind er ikki søluvøra, men er ókeypis føði hjá fólki.

 

Helgi Abrahamsen hevur sagt við okkum, at hann hevur verið í samband tey í Landsstýrinum, sum hava til uppgávu at verja okkara grindadráp ímóti ágangi uttanlands. Og haðani hevur hann fingið greitt at vita, at tað er ikki eitt argument hjá føroyingum, at grind er ikki søluvøra.

 

Tískil sigur hann, at tað er ikki í mótstríð við føroysku grundgevingarnar fyri grindadrápi, at grind verður ikki seld.