Nú verður lóg løgd fyri Løgtingið um náttúruvernd

Landsstýrismaðurin ásannar, at hetta hevur verið ein tungur burður

Eftir ólavsøku fer Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, at leggja eitt uppskot til eina náttúruverndarlóg fyri Løgtingð. Tað sigur hann í einum tíðindaskrivi í morgin. Hetta er tað, sum higartil hevur verið kallað náttúrumargfeldislógin, men nú er heitið broytt til náttúruverndarlóg.

 

Landsstýrismaðurin ásannar, at hetta hevur verið ein tungur burður. Eitt uppskot varð varð lagt fyri løgtingið í farna valskeiði, men tað fekk kaldliga móttøku og varð ongantíð samtykt.  Ikki minst vóru flokkarnir, sum nú sita í samgongu, atfinningarsamir móti akkurát tí uppskotinum, men semja er um, at vit skulu hava eina náttúruverndarlóg, sigur Helgi Abrahamsen.

 

Hann sigur, at tískil hevur tað verið ein stór uppgáva hjá núverandi landsstýri at laga uppskotið til, soleiðis at tað hevur politiska undirtøku, sigur hann. Hann sigur kortini ikki, hvørjar tillagingar eru gjørdar, men flokkarnir, sum nú sita í samgongu, hildu, at uppskotið hjá undanfarnu samgongu var ov víðfevnt, og í ávísum viðurskiftum tók tað ikki støði í føroyuskum viðurskiftum.

 

Tað varð eisini fýls á, at málið var heldur torskilt, og at ov nógvar óítøkiligar ásetingar vóru í uppskotinum og nú er tað lúka burtur, sigur landsstýrismaðurin.