Nú verður Thierry Henry tikin

HM 2022: Oliver Giroud hevur nú tangerað metið hjá Thierry Henry, sum er 51 mál á franska landsliðnum

Mynd: (Scanpix) Oliver Giroud er nú ájavnur við Thierry Henry í landsliðsmálum. Eitt afturat, so tekur hann metið frá Thierry Henry

Fronsku heimsmeistararnir vístu styrki móti Avstralia í kvøld. HM vinnararnir frá Russlandi í 2018 vunnu 4-1. Oliver Giroud skoraði tvey av málunum og er nú komin upp á 51 landsliðsmál. Tað sama sum Thierry Henry.

 

Tað var annars Avstralia, sum kom á odda í dystinum við máli frá Craig Goodwin. Fraklandi vendi dystinum longu fyri hálvleik við málum frá Adrien Rabiot og Olivier Giroud. Í seinna hálvleiki økti Kylian Mbappé til 3-1, áðrenn Oliver Giroud setti punktum við máli til 4-1.

 

Franska landsliðið, sum er uttan Karim Benzema, sá gott út. Fleiri viðmerkjarar halda fyri, at møguleikin at endurvinna meistaraheitið er stórur. Eitt minus var tó. Vinstri bakkurin, Lucas Hernandez, fór av vøllinum skaddur.

 

Frakland – Avstralia 4-1 (2-1)

 

Frakland: Lloris, Pavard (Kounde 89), Upamecano, Konaté, Lucas Hernández (Theo Hernandez 13), Rabiot, Tchouaméni (Fofana 77), Mbappé, Griezmann, Dembélé (Coman 77), Giroud (Thuram 89)

 

Venjari: Didier Deschamps

 

Á bonkinum uttan at koma inn: Disasi, Varane, Guendouzi, Muani, Veretout, Mandanda, Saliba, Areola, Camavinga

 

Mál: Rabiot 27, Giroud 32,71, Mbappe 68,

 

Avstralia: Ryan, Behich, Rowels, Souttar, Atkinson 9Degenek 85), Irvine (Baccus 85), Mooy, McGree (Mabil 73), Goodwin (Kuol 73), Duke (Cummings 56), Leckie

 

Venjari: Graham Arnold

 

Á bonkinum uttan at koma inn: Karacic, Tilio, Wright, Maclaren, Hrustic, Redmayne, Devlin, Vukovic, Deng, King

 

Mál: Goodwin 9,

 

Gul kort: Duke, Irvine, Mooy

 

Støðan í bólki D:

 

1: Frakland 3

 

2: Danmark 1

 

3: Tunesia 1

 

4: Avstralia 0

 

Mynd: (Scanpix) Oliver Giroud er nú ájavnur við Thierry Henry í landsliðsmálum. Eitt afturat, so tekur hann metið frá Thierry Henry