Nú verður truplari at sleppa til lækna uttan fyri vanliga viðtalutíð. Í dag er nevniliga ein nýggj skipan sett í gildi sum merkir eina verri tænastu til tey, sum hava brúk fyri lækna.
Eitt nú er tað væntandi, at bíðitíðirnar fara at vera longri og tað er eisini væntandi, at fleiri sjúklingar verða bidnir um at bíða til tey kunnu fara til sín egna kommunulækna í vanligari viðtalutíð.
Kommunulæknafelagið staðfestir í eini kunning í dag, at kommunulæknarnir eru illa mannaðir kring landið. Í løtuni eru 34 kommunulæknastørv kring landið, men tað eru bara 18 læknar í føstum starvi og sum taka vaktir eftir vanliga viðtalutíð. Hini størvini eru mannað við vikarum - og summi størv eru ikki mannað yvirhøvur.
Higartil hevur læknavaktin verið soleiðis, at frá klokkan 16 um dagin, til á midnátt gerandisdagar, og frá klokka átta á morgni til á midnátt um vikuskiftið og halgidagar, var ein vaktarlækni til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum og so vóru tveir læknar afturat sum høvdu koyrivakt, og sum høvdu tilkallivakt heimanífrá.
Men um náttina, frá á midnátt til klokkan átta á morgni, var ein lækni til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum og ein koyrilækni hevði tilkallivakt heimanífrá.
Sostatt hava læknarnir havt nógvar vaktir afturat tí vanliga arbeiðinum í viðtaluni. Kommunulæknarnir eru ov illa mannaðir til at halda fram við hesi skipan, tí arbeiðsbyrðan er alt ov stór, sigur Kommunulæknafelagið.
Tí er skipanin við læknavaktini nú broytt fyri tey, sum hava brúk fyri lækna ímillum klokkan 16 um dagin og klokkan átta á morgni - og um vikuskiftið og halgidagar.
Tað merkir, at eingin, ella kanska ein, koyrilækni, hevur tilkallivakt heimanífrá. Tá ið eingin koyrilækni er á vakt, er tað læknin, sum hevur vakt á Landssjúkrahúsinum, sum eisini fer á sjúkravitjan, tá ið mett verður at tørvur er á tí.
Ein avleiðing er sjálvandi, at minni tíð er til at hava viðtalur í læknavaktini, og tískil er væntaandi at bíðitíðin verður longri.
Higartil hevur læknavaktin tikið sær av nógvum, ið kanska ikki er so bráðneyðugt, og hetta má broytast, sigur Kommunufelagið. Tað merkir, at nú verður læknavaktin noydd til at vísa teimum sjúklingum frá sær, tá ið mett verður, at viðkomandi ikki hevur brúk fyri bráðneyðugari hjálp. Hetta er fyri at læknin skal fáa tíð til at taka sær av tí, sum er ordiliga bráðneyðugt.
Eftir klokkan 21 um kvøldið kann tað henda seg, at læknavaktin er aðrastaðni enn á Landssjúkrahúsinum, so fólk skulu verða fyrireikað upp á at fáa boð um at møta aðrastaðni enn á Landssjúkrahúsinum.
Tá ið henda skipanin hevur verið roynd í eina tíð, kann tað henda, at onkrar broytingar verða gjørdar afturat, sigur Kommunulæknafelagið.
Tey leggja eisini dent á, at fólk skulu bara ringja til læknavaktina tá ið tey verða brádliga sjúk, ella tá ið fólk, sum eru sjúk, verða ússaligari, og tey halda, at hjálpin ikki kann bíða til vanliga viðtalutíð hjá kommunulæknanum.