Null fígging til stutttíðar eksperiment

- Tað verður eingin endurnýggjan, tí feløg fáa ikki fígging til stutttíðar eksperiment. So einfalt er tað, sigur Kristian Martin Petersen.

- Hetta verður í ólagi, sama hvat verður gjørt, tí feløg fáa ikki fígging til stutttíðar eksperiment. So einfalt er tað.

 

Tað sigur skrivarin í Felagnum Línuskip, Kristian Martin Petersen í Fuglafirði, sum eisini er reiðari á línuskipinum, Sandshavinum.

 

Hann vísir á, at í gjár var tað nýtt fyri honum, at 100 prosent av fiskiríkidøminum skal seljast á uppboðssølu, og í dag er tað nýtt fyri honum, at talan kanska verður um 15 ára veiðirættindi.

 

- Hví skulu vit so hava eina nýskipan? Tað einasta, sum vinnan spyr eftir, er, at fáa fastar karmar á politiska økinum.

 

Kristian Martin Petersen sigur, at á havinum eru nógvir x-faktorar, sum hann tekur til, og teir noyðist vinnan at loysa sum frægast.

 

- Men, tað verður ógjørligt at fáa endurnýgging í gamla fiskiskipaflotan, tá karmarnir eru so leysir - og ongantíð verri enn júst nú, sigur skrivarin í Felagnum Línuskip og línuskipareiðarin í Fuglafirði.