Nullhugsjón um eldsbrunar

Kaj Andreasen & co hava skrivað ein lista av hyggjuráðum fyri at fyribyrgja eldsbrunum um høgtíðirnar.

- Lat okkum hava tað mál, at ongin álvarslig vanlukka av eldi skal verða, nú tað stundar til jóla og nýggjárið er í nánd, skrivar Kaj Andreasen & co á einum lista, teir hava sent út til fjølmiðlarnar.

Teir eggjað fólki til at skriva listan út og lesa hann saman, børn og vaksin.

  • Tryggjað tykkum væl við roykvarnarum, og skiftið battaríir í verandi varnarum – 1. desember á hvørjum ári.
  • Havið í minsta lagi ein eldsløkkjara á høgligum stað og tryggið tykkum, at hesin er í lagi. 
  • Havið eitt brandteppi á høgligum stað. 
  • Havið eina hondlykt – t.d. har tit velja at hava eldsløkkjara og brandteppið hangandi. 
  • Leggið eina ætlan fyri, hvørja rímingarleið tit eiga at velja. 
  • Farið ongantíð út frá brennandi kertuljósum. 
  • Latið ongantíð smábørn vera einsamøll við kertuljósum. 
  • Nýtið altíð eldfastar stakar. 
  • Tað er skilagott, at hava eina kannu við vatni, har kertuljós o.a. eru tendraði.

 

GEVIÐ GÆTUR!!

  • Ansað VÆL eftir, at vatn ikki stoytt á grýtu við feitti, tí so hendir ein sokallað dampeksplosión, og eldurin verður tveittur um alt rúmið og á menniskju, sum eru í nánd.
  • Takið endiliga ikki grýtuna av komfýrinum. 
  • Køvið við einum loki ella brandteppi og skrúva niður fyri hitanum. 
  • Er eldur komin upp undir eymhettuna, má ein tryggjað sær, at eldurin ikki er farin víðari.

 

FÝRVERK!!

  • Farið ongantíð undir heimagjørt fýrverk – t.d. rørbumbur o.a. 
  • Ikki ganga við fýrverki uppi á tær. 
  • Nýt trygdarbrillur!

 

- Tað er ongin ivi um, at jú fyrr tú kann sløkkja ein møguligan eld, er tað mest sannlíkt, at skaðin verður minni og fólk kunnu kenna seg tryggari, skrivar felagið.

 

Liðið er langt út á árið, kvøldini eru vorðin myrk og jólini nærkast. Í nógvum stovum um landið man vera heilt vanligt at tendra kertuljós í hesum døgum. Tískil er tað júst í hesum døgum, at vandin fyri eldsbruna er serliga høgur.

- Nú nærkast vit tíðini, har fólk fara et hugna sær og vilja vit bert líka vísa á, at tað eisini er týdningarmikið at hugsa seg um og hava trygdina í huga. Vit vilja stuðla undir herðferðini, at tað er umráðandi, at fólk hugsa um roykvarnararnar og skifta battaríini 1. desember, skrivar Kaj Andreasen & co at enda.