Nummarplátan sum feldi aðalstjóran

Tað var Arne Poul­sen, að­al­stjóri í Vinnu­mál­a­ráð­num, sum var so »ó­hepp­in«, at missa numm­ar­plát­una, tá hann koyrdi full­ur og rendi á ein garð á Vegn­um Langa í Hoy­vík næst síðsta leyg­ar­dag.
Í útvarpinum í gjár lovaði hann, at hann ikki fer at koyra fullur aftur.

Málið verður viðgjørt á Løg­mans­skriv­stov­uni, sum varð­ar av að­al­stjór­u­num, og Jo­han Dahl hev­ur av­tal­að við Arna Poul­sen, at hann slepp­ur at halda fram í starv­i­­num, til mál­ið er kannað.
Vit hava fyrr upplivað, at løg­tings­ma­ður hev­ur gjørt sama brøl­ara, enn­tá bara fá­ar met­rar frá garði­num, sum Arne Poulsen rendi á.

Ta ferðina megnaði løg­tings­mað­ur­in at sláa mál­ið upp í glens, hó­ast hann átti at skamm­ast og lagt frá sær sum løg­tings­maður.
Hvussu verður við Arna Poul­sen frætta vit helst um stutta tíð. Men var skomm skapt í aðal­stjór­a­num, so legði hann frá sær bein­an­veg­in. Tað er eing­in or­søk til at løg­mað­ur (sum hann plag­ar) skal flyta hann í eitt­­hvørt ráð­gev­ar­a­starv í Fisk­­i­­mála­ráð­num við fullari aðalstjóraløn og pen­sjón – ella hvat ann­að pol­it­iska skip­­anin kann finna upp­á at gera við aðalstjór­ar, sum ikki kunnu brúkast.

Sum aðalstjóri kann hann væl sakt­ans ikki halda fram, tí tað mugu vera á­lit­is­fólk, sum røkja slík størv. Ikki menn, sum koyra fullir og rýma und­an løg­regl­uni.