Nuuk: Stórar bíðirøðir halda valstaðið longri opið

Valstaðið í Nuuk hevði longri opið í kvøld, tí bíðirøðirnar vóru so langar. Aðrastaðir stongdu valstøð eftir ætlan klokkan 20, sum er klokkan 23 okkara tíð.

 

Fleiri valstøð í Grønlandi, sum í dag hava landstings- og kommunuval, eru nú alment stongd.

Tað var klokkan 20 grønlendska tíð sum væntað.

Í høvuðstaðnum Nuuk var valstaðið framvegis opið klokkan 20 grønlendska tíð, av tí at óvanliga langar bíðirøðir vóru.

Lars Damkjør, sum er samskiftisstjóri í Kommuneqarfik Sermersooq í Nuuk sigur við Sermitsiaq.AG, at valstaðið ikkki letur aftur, fyrr enn tann síðsti hevur valt.

Á valstaðnum eru millum annað avmarkingar, hvussu nógv fólk kunnu vera inni í senn. Fólk fáa maskur og hondspritt við inngongdina.

– Vit rokna í øllum førum við at hava opið í eini tíma afturat. Kanska tveir, sigur Lars Damkjær við KNR.

##med2##

Í Grønlandi er eingin staðfestur positivur við koronu í ein slakan mánað.

Tilsamans eru 31 fólk staðfest positiv við koronuvirus í Grønlandi. Tey eru øll síðani staðfest frísk aftur.

Umleið 41.000 veljarar hava valrætt, og tey skulu velja 31 umboð í grønlendska landstingið, sum á grønlendskum eitur Inatsisartut. 189 valevni stilla upp.

/ritzau/