Nýggja Bíbliutýðingin um at vera liðug

Nú er møguleiki hjá øllum føroyingum at lesa og gera viðmerkingar til nýggju føroysku bíbliuumsetingina.

– Leingi hevur hon verið ávegis, og nú er komið so langt, at til ber at lata alt Føroya fólk, úti sum heima, lesa 1. Mósebók í nýggju týðingini av Bíbliuni.

 

Tað skrivar Føroyska Bíbliufelagið.

 

Tilfarið er lagt út á heimasíðuna hjá Føroyska Bíbliufelagnum www.biblia.fo, har til ber at taka PDF- útgávu av 1. Mósebók niður. Viðmerkingar til tilfarið kunna sendast á teldupostin [email protected]

 

Tað var í 2016, at Hans Jacob Joensen, biskupur, sum andaðist beint fyri jól í fjør, var liðugur at umseta alla Bíbliuna, uttan Sálmarnar, til føroyskt. David Johannesen, prestur, hevur síðani týtt Sálmarnar.

 

– Tað er stórarbeiði at týða úr hebraiskum máli, sum Gamla Testamenti er skrivað á, og úr grikskum, sum Nýggja Testamenti er skrivað á. Arbeitt verður við at lesa alla Bíbliuna ígjøgnum við atliti til gudfrøðiliga trúvirðið, góðan málburð og orð, áðrenn útgávan verður løggild og útgivin, skrivar bíbliufelagið.

 

– Nógv fólk í og uttan fyri Føroyar úr ymsum kirkjum og samkomum taka lut í arbeiðinum. Føroyska Bíbliufelagið takkar øllum tykkum hjartaliga fyri ágrýtni og offurvilja í verkinum.

 

Fíggjarliga avbjóðingin er stór, so hóast fleiri longu hava stuðlað Bíbliuútgávuni, er framvegis tørvur á at fáa stuðul til verkætlanina. Til ber at stuðla við at flyta á kontu hjá Bíbliufelagnum í Betri 9181-4929227.

 

Ætlanin er at nýggja Bíblian skal koma út í 2023.

 

Nýggja týðingin av 1. Mósebók kann lesast her.