Nygaard møguliga á danska landsliðið

Fótbóltur: Allan Simonsen hevur áður verið í sambandi við hálva føroyingin í Roda

Føroyar eru eitt land, og vit eru ikki so ógvuliga nógvir føroyingar. Vit eru partur av altjóða samfelagnum, og tað floymir støðugt omanyvir okkum av tíðindum uttan úr stóru verð.

Onkuntíð ber tað til at knýta ein føroyskan vinkul afturat tí, sum vit frætta, og so gera vit tað.

Hesa ferð snýr søgan seg um fótbóltsspælaran Marc Nygaard, sum í hesum døgum verður nógv umrøddur í donskum fjølmiðlum. Orsøkin til, at áhugin fyri honum er stórur, er, at hann stútt og støðugt skorar mál. Síðani Brian Laudrup gavst á danska landsliðnum hevur tað verið torført at fingið bóltin í kassan, og tá so hesin ungi maðurin í Hollandi aftur og aftur ger mál ? í vikuskiftinum skoraði hann tvey góð mál, sum vóru at síggja í Eurosport mánakvøldið ? verður nógv tosað um at fáa hann á landsliðið.

Danski venjarin, Bo Johansson, er áhugaður, og komandi vikuskifti fer hjálparvenjarin hjá honum, Flemming Serritslev, niður til Hollands at kanna, um nýggja álopsstjørnan er eitt gott evni til landsliðið, sum 27. mars á heimavølli skal spæla sera týdningarmiklan EM undankappingardyst móti Italia.


Hálvur tvørámaður

Men so var tað føroyski vinkulin. Álopsessið í Roda er hálvur tvørámaður. Hann er systursonur Knút Nygaard, sum fyri ikki so langari tíð síðani var formaður í TB. Mamman, sum eitur Maria, býr í Keypmannahavn, har Marc er uppvaksin saman við systrini.

? Hann hevur altíð verið bitin av bóltinum, men enn hevur hann ongantíð verið í Føroyum, greiðir Knútur Nygaard frá, og so sigur hann okkum hesa søguna:

? Hann hevur verið á danska U-21 landsliðnum. Eina ferð, hann skuldi á venjingarlegu í Skotlandi, var eg og vitjaði tey. Eg gav honum nakrar krónur í lummapeningi og helt samstundis við hann, at hetta var ikki bara lummapeningur, men eisini frammanundan gjald fyri hjálpina, hann skuldi veita okkum í TB. Eg var tá formaður í felagnum og skemtaði við hann, at vit fóru at senda boð eftir honum.


Allan tosaði við hann

Onkur spyr ivaleyst, hví FSF ikki hevur verið í sambandi við henda mannin fyri at fáa hann á okkara fótbóltslandslið.

Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur, at fyri einum trimum árum síðani tosaðu teir í FSF um møguleikan at fáa henda hálva føroyingin at spæla á føroyska landsliðnum. Allan Simonsen setti seg í samband við hann, men tá segði Marc Nygaard, at hann hevði sum mál at koma á danska landsliðið, og í dag mugu vit bara staðfesta, at hann er ikki so langt frá málinum.