Nýggi terminalurin verður klárur

Nýggi terminalurin hjá Vága floghavn verður klárar at taka í nýtslu til tíðina.

17. juni skal nýggi terminalurin á Vága floghavn vera klárur. Jákup Sverri Kass, stjóri, sigur, at tíðarætlanin heldur, hóast ringa veðrið í vetur.

 

Nógv trýst stendur á, nú tíðarfreistin nærkast, men ætlanin heldur, sigur Jákup Sverri. Fyrsta flogfarið úr Vágum, kl 08.15 17. juni, fer frá nýggja terminalinum.

 

Jákup Sverri fegnast eisini um, at kostnaðarmetingin fyri verkætlanina, eini 144 milliónir, fer at halda.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Jákup Sverra Kass, stjóra í Vága Floghavn.