Nýggj heilsumiðstøð letur upp í Fuglafirði

Seinnapartin í morgin verður bjóðað á gátt og øll, sum hava hug at síggja heilsumiðstøðina, eru vælkomin.

 

Á heimasíðuni hjá Fuglafjarða kommunu er í dag ein innbjóðing.

 

Innbjóðingin er, at nýggja heilsumiðstøðin í Fuglafirði nú letur hurðarnar upp.

 

- Vit hava opið hús í morgin, fríggjadagin 29. september. Øll, sum hava hug, eru vælkomin at síggja nýggju hølini.

 

Lagt verður aftrat, at høvið verður at síggja nýggju heilsumiðstøðina í morgin frá klokkan 15 til 17.