Nýggj hugnalig kafé í Hoyvík

Herfyri læt ein nýggj kafé upp á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Talan er um HAMSA, sum er ein hugnalig kafé.

 

Tað er Amine Bouzidi, sum eigur og rekur Hamsa. Hann helt, at tað manglaði eitt tílíkt stað í Hoyvíkini.

 

- Tí hugsaðu vit, at tað hevði verið eitt gott hugskot at havt eitt hugnaligt stað, har fólk kunnu hittast og seta seg niður.

 

Symbolið hamsa er ein opin hond og er eitt tekin um verju og umboðar vælsignilsi. Hamsa merkir "fimm" og ímyndar soleiðis teir fimm fingrarnar á hondini.

 

- Á føroyskum merkir orðið hamsa at "handfara, hava á hondunum ella handla", sigur Amine Bouzidi.

 

Matskráin er rættiliga umfatandi, og her er eitt nú tvíflísar, salat, búffur, ymisk sløg av burgarum og indiskir rættir.

 

Amine Bouzidi eigur og rekur eisini skundverðu matstaðið Reyðleyk longur uppi í gøtuni, sum hevur verið sera væl vitjað. 

 

Hann er royndur í fakinum og byrjaði sína yrkisleið við at læra pitsukynstrini í Italia, áðrenn hann flutti til Havnar, har hann hevur gjørt skundverðar í fleiri enn 10 ár.

 

- Vit gleðast um, at fólk hava tikið væl ímóti nýggju kaféini, sigur Amine Bouzidi.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##