Nýggj listaframsýning í Føroyahúsinum

Áhugin fyri at hava framsýningar í Føroyahúsinum er góður millum listafólk.

Viðhvørt kann vera trupult at finna pláss á kalendaranum, sigur leiðarin í Føroyahúsinum, Martin Fjallstein. Men um hvør framsýningin er uml. 4-5 vikur, er pláss til eini 8-10 fólk um árið. Tey, sum framsýna, eru bæði professionell og leik. Húsið er upplagt høvi hjá nýggjum fólki at sleppa at vísa síni arbeiði fram. Tí eru altíð nøkur, sum fáa hetta høvi her. Tað sama ger seg galdandi innan tónleik. Kafékvøldini fríggjakvøld er ein upplagdur pallur hjá ungum tónleikafólki og sangfólki at royna seg og at fáa høvi at vísa, hvat tey duga.

Sunnudagin 11. januar kl. 15 hevur Tummas Jákup Thomsen úr Norðragøtu ferniseing við myndamontaguni »Vrakaðar myndir«. Hetta eru fotomyndir, sum Tummas hevur handfarið á ymsan hátt og flættað saman í sera stórar myndir. Tummas, sum er 35 ár, hevur búð niðri í gott tvey ár. Hann er bygningssnikkari og sjálvlærdur listamað-ur, men hevur havt sera nógvar framsýningar, síðani hann fyrstu ferð royndi seg á Varmakeldustevnuni í 1976. Tá var hann bert 14 ár. Tummas hevur verið við á mongum úrvældum og fríum framsýningum: Várframsýningunum og ólavsøkuframsýningunum og hevur havt sínar egnu framsýningar bæði heima og niðri m.a. á tí nógv umrødda ARKEN listasavninum í Ishøj.

Næstu listafólkini eru Gundur F. Mikkelsen, sum er listfotografur, 1. februar. Danski listamaðurin Wichmann hevur framsýning frá 1. mars, sum Listafelagið skipar fyri. Somleiðis skipar felagið fyri framsýning hjá Elin Smidt frá 29. mars. Havnarmaðurin Jón Elendersen hevur framsýning við klippum frá 26. apríl og at enda í vár hevur danski listamaðurin Frimodt Jacobsen framsýning við olju- og akrylmálningum við íblástri úr føroysku náttúruni frá 24. mai.