Nýggja nevndin í Rithøvundafelagnum hevur skipað seg.
Í fráboðan á Facebook sigur Rithøvundafelagið seg gleða seg at skapa eitt aktivt umhvørvi fyri rithøvundar í Føroyum við tiltøkum og øðrum umráðandi uppgávum til frama fyri rithøvundin.
– Um tú hevur útgivið, men ikki ert limur enn, so er at fara inn á rit.fo og melda teg til! Øll hjartasuff og framtíðarhugskot frá limum eru kærkomin. Tað er bara at seta seg í samband við okkum, siga tey.
Nýggja nevndin er soleiðis (frá vinstru á myndini):
Arnbjørn Ó. Dalsgarð (skrivari)
Oddfríður Marni Rasmussen (nevndarlimur)
Rakel Helmsdal (forkvinna)
Bergur Rasmussen (kassameistari)
Dania O. Tausen (nevndarlimur)
Sámal Soll (næst-formaður)