Nýggj ph.d.-verkætlan í talukenning

Tann 2. apríl byrjaði Dávid í Lág í nýggjum ph.d.-vísindastarvi á Fróðskaparsetri Føroya. Dávid er útbúgvin teldufrøðingur á IT-Universitetinum í Keypmannahavn við sergrein í dátuvísindum og maskinlæring.

Ph.d.-verkætlanin hevur til endamáls at granska í talukenning (automatic speech recognition) til smærri mál við støði í tí føroyska málinum. Talukenning er seinastu árini vorðin ein partur av tí tøknini, vit brúka dagliga, men ikki í líka stóran mun fyri føroyskt. Grundin til hetta er, at ein góður talukennari higartil hevur kravt fleiri túsund tímar av upptøkum við tilhoyrandi teksti, áðrenn hann riggar væl.

 

Á sumri í 2022 sá BLARK’urin hjá Verkætlanini Ravni dagsins ljós. BLARK er stytting fyri Basic Language Resource Kit, og hesin dátugrunnurin varð gjørdur til at menna føroyska talukenning. Dátugrunnurin er ein samling av upptøkum í góðari góðsku við talarum í eitt nú ymiskum málførisøkjum og aldursbólkum. Við at brúka nútímans vitlíkistøkni innan fyri maskinlæring og við at brúka talukenningarmálmyndlar, sum innihalda yvir 100 mál, er tað nú gjørligt at gera ein føroyskan talukennara, sum klárar seg væl, hóast dátugrundarlagið er í minna lagi.

 

Ph.d.-verkætlanin fer eisini at kanna møguleikarnar at framleiða nýggjar dátur út frá teimum, sum longu finnast, at framleiða ljóð út frá teksti og at brúka vitanarflyting millum mál.

 

Høvuðsvegleiðarin í ph.d.-verkætlanini er Jón Guðnason, professari í Háskólanum í Reykjavík við ph.d. í signal processing. Barbara Scalvini á Náttúruvísindadeildini er hjávegleiðari. Harafturat eru Iben Nyholm Debess á Føroyamálsdeildini og Annika Simonsen á Háskóla Íslands eisini knýttar at verkætlanini sum málfrøðingar.