Tað verða samfelagsmøti í Klaksvík á hvítusunnu. Lagt verður fyri fríggjakvøldið í Betesda, og leygardagin, hvítusunnudag og 2. hvítusunnudag vera møtini í Badmintonhøllini.
Hvítusunnudag klokkan 15 verður nýggj sangbók løgd fram á almennum fundi. Hetta er avloysarin fyri Songbók Guds Fólks, sum varð givin út í 1976. Tað hevur verið arbeitt við nýggjari útgávu í meiri enn tíggju ár, og nú er arbeiðið liðugt. Í bókini eru 1504 sálmar, sangir og kór.
Nú eitur bókin Nýggja Sangbók við undirheitinum Guds Fólks. Tað er Sálmabókagrunnurin, sum hevur lagt arbeiðið til rættis og gevur bókina út. Í Sálmabókagrunninum eru Árni Jacobsen, Jógvan á Lakjuni, Jóannes Hansen, Meta av Fløtum, Niels Johannesen, Alexander Samuelsen og John í Skemmuni. Effzett við Flóvini Tyril og Zachariasi Zachariassen gjørdu stórt forarbeiði, og Øssur Berghamar hevur alla tíðina verið hollur í ráðum. Anna Simonsen tók sær av tí grafiska arbeiðinum.
Seinnaparturin hvítusunnudag fer burturav at snúgva seg um nýggju sangbókina. Á framløguni verður greitt frá um søguna hjá sanginum í samkomunum, um arbeiðið fram ímóti útgávuni og um innihaldið í bókini. Tað verður sungið úr bókini og boðskapurin fer at snúgva seg um andaliga sangin.