Í rúma tíð hevur Kanjon, vegna Klaksvíkar kommunu, arbeitt við at dagføra kloakkirnar á Eiðinum og á Skúlatrøð.
Talan er um spillivatnsarbeiði, har allar kloakkirnar í økinum eru gjørdar av nýggjum.
- Arbeiðið hevur tikið drúgva tíð, eitt nú, tí stór brek vóru leiðingunum í økinum frá Heygavegi oman til Gerðagøtu.
Samstundis, sum kloakkirnar eru lagdar inn til hvørt hús, hevur FT NET eisini lagt fipur í hvørt hús.
Partur av arbeiðnum var eisini, at gera tann innasta partin av vegnum á Eiðinum lidnan.
- Í næstum fer Vegadeildin at skifta út girðingina millum vegin á Eiðinum og Skúlatrøð, og tá er arbeiðið liðugt.
Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.