Ari vann í fjør fyrstu virðisløn í kappingini Stella Polaris í bólkinum fyri ung millum 14 og 18 ár, og nú lesur hann á Kongaliga Musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn.
Talan er um eina nýggjarskonsert við festligum tónleiki, sum Ari sjálvur hevur valt. Á skránni verða verk eftir Bach, Reger, Waldteufel og Bizet.