Eitt av spesialunum hjá Sigfríði S. Clementsen plagar at vera at lumpa seg til eitt og onkraferðina til trý stig í Gundadali.
Í dag var EB/Streymur á vitjan hjá B36. EB/Streymur var í eyðkenda lagnum soleiðis at skilja, at tað hjá gestunum fyrst og fremst ráddi um at vera væl skipaðir í verjuni. Og tað riggaði væl við síðuskiftum, og gestirnir dugdu væl at halda stutt millum keturnar og harvið at halda heimamonnunum frá stórum málmøguleikum.
Einasti heilt nýggi maður á EB/Streyma liðnum var 21 ára gamli danski miðverjin Laurits Nørby, sum avloysti liðformannin Andras Ó. Olsen, ið ikki er tøkur, tí hann er skurðviðgjørdur orsaka av trupulleika í øðrum knænum.
B36 var meiri á bóltinum, og heimamenninir vóru í onkrari góðari støðu, men í fyrra hálvleiki gekk tað ov seint fyri seg, og tí eydnaðist tað ikki at fáa bilbukt við gestirnar.
Tá ið ein tími var farin, eydnaðist tað B36 at fáa hol á, og so koppaði tað soleiðis, at tað nú gekk fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum.
Tað vóru nýggir spælarar hjá árstalsfelagnum, sum stóðu fyri málunum, ið bóru 2-0 leiðslu við sær. Norski álopsspælarin Torgeir Børven setti hol á, og 2-0 málið skoraði Boubacar Dabo, sum bæði í fyrraárið og í fjør spældi við EB/Streymi. Tá vóru 79 minuttir farnir, og tá var tað Torgeir Børven, sum átti uppleggið.
Ein minutt undan leikloki minkaði EB/Streymur um munin til 2-1. Málskjútti var Virgar Jónsson, og uppleggið átti Fríði Holm, sum er nýggjur í EB/Streymi.
Á B36 liðnum vóru fýra nýggir spælarar millum teir fyrstu ellivu. Umframt Dabo, Børven og Bartal Páll Klein var tað framrættaði miðvallarin Dávid B. Andreasen, sum í vetur flutti úr KÍ og til B36.
Í øðrum umfari fer B36 at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og EB/Streymur fer í øðrum umfari at spæla á heimavølli ímóti AB.











