Nýggjur festivalur sær dagsins ljós- úti á smábygd

Fyrireikararnir fyrireika nú endurgjaldskrav ímóti Vága Kommunu - men nú er tónleikafestivalurin fluttur á smábygd

Tað er nú greitt, at tónleikafestivalurin, sum eftir ætlan skuldi vera við Leitisvatn í summar, verður í Norðradali ístaðin. Tað boða fyrireikararnir frá í tíðindaskrivi beint nú. Talan er um Fairy Island Festival, sum skuldi vera við Leitisvatn í summar. Tey siga, at tey høvdu fingið loyvi frá komununi til at hava festivalin við Leitisvatn, men so broytti kommunan støðu og tók loyvi aftur.

 

Bjørk Sjóðklett, sum er ein av fyrireikarunum sigur, at nú fyrireika tey endurgjaldskrav ímóti kommununi fyri at hava tikið loyvi aftur. Men festivalurin verður ikki avlýstur fyri tað, nú nú er greitt, at hann verður um tríggjar vikur, ella í døgunum frá fríggjadegnum 2. juli til sunnudagin 4. juli – og hann verður í Norðradali.

 

Og tey siga, at í Norðradali er enn vakrari, umframt at tað er fjarskotið, og kortini so tætt við Havnina.