Tórshavnar Filmsfestivalur 2017 verður 11. – 19. februar.
TÓFF er nýggjur føroyskur filmsfestivalur, sum er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið og Tórshavnar Kommunu.
Í samfullar 9 dagar verður sjóneykan sett á føroyskar og altjóða filmar av góðari góðsku til allar aldursbólkar.
TÓFF bjóðar áhugaverdar filmar til eina breiða áskoðarafjøld, men eisini smalar filmar sum søkja mørk og eru meira eksperimenterandi.
- - TÓFF granskar ymisk filmssløg og ymsar hættir at siga frá filmi.
- - TÓFF savnar vitan, ið kann gagna føroyska filmsumhvørvinum, bæði tí umhvørvinum, sum longu hevur fest sínar røtur her, men eisini fyri nýggjar spírar og íverksetarar.
- - TÓFF skapar íblástur og kjak.
Meiri enn 40 filmar eru á skránni á fyrsta TÓFF-filmsfestivalinum, tríggir útlendskir filmsleikstjórar vitjar, fyrilestrar verða um norðurlendskan film, serlig tiltøk verða fyri børn umframt nógv annað.
Skrá
11/2
14.00 14. 30 19.30
Filmsfestivalurin verður settur – Gunvør Balle, Jan Berg Jørgensen og Sif Gunnarsdóttir - 18.30 Føroyskur filmsfagnaður
Føroyskt filmskvøld
11/2 & 12/2
14.-17.00 Barnabiografurin
12/2 Sjónvarpsrøð
15.00-22.00 Nobel
13/2 Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins
15.00 Efterskalv
17.00 Under Sandet
19.30 The Happiest day in the life of Olli Mäki
14/2 Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins
17.00 Sparrows
19.30 Vitska: Per Juul Carlsen & Louder than Bombs
15/2 Ein heilsan frá danska filmsinstituttinum
13.00 Rosita
15.00 Lang historie kort 17.00 Nøgle hus spejl 19.30 Kollektivet
16/2 Dokumentardagur
13.00 Déjà vu
15.00 Mand falder 17.00 Naturens uorden 19.30 Bugs
17/2
19.30 Heartstone - filmssýning og samrøða við leikstjóran
18/2 Barnadagur
11.00 Villads úr Valby
13.00 Siv sover Vilse
15.00 Iqbal & tann loyndarfulla uppskriftin
18/2
17.00 Black Island – filmssýning og leikstjóravitjan. Filmur í býnum.
19/2
19.30 Balcony & I'm Gay and Muslim