Nýggjur filmsskúli: Her kunnu ung talent mennast

– Tað er gott at koma í gongd tíðliga, og tann besti mátin at blíva dugnaligari til at gera film, tað er við bara at gera tað, sigur Gorm Just um nýggja føroyska filmsskúlan Flogfisk, ið enn er opin fyri umsóknum.

Gorm Just og Anton Petersen

Eftir summarfrítíðina byrjar ein spildurnýggjur føroyskur filmsskúli. Skúlin kallast “Flogfisk”, og her sleppa ung filmsáhugað at gera sínar egnu filmar. Gjøgnum árið skulu næmingarnir gera tveir filmar – ein miðskeiðisfilm og ein fráfaringarfilm síðst á árinum.

 

Stigtakararnir til filmsskúlan eru Gorm Just og Anton Petersen.

 

– Okkara vón er, at vit seta tað í gongd og hjálpa til, og so finna vit nøkur ung, sum eru so mikið ágrytin, at tey sjálvi eisini fáa hug til at reka skúlan. Hetta verður eitt stað, har tey ungu kunnu hittast og í felag gera nakrar filmar og mennast, sigur Gorm Just.

 

Íblásturin til filmsskúlan kemur frá donsku skúlunum Super16 og Super8, har konseptið nettupp er, at næmingarnir sjálvir reka skúlan og framleiða filmar. Gorm Just hevur gingið á Super8 í Århus, og hann heldur eitt líknandi tilboð er idéelt fyri Føroyar.

 

– Eg havi havt undirvís nógvum dugnaligum næmingum á Glasi gjøgnum árini, sum hesin skúlin uttan iva hevði verið upplagdur fyri. Hetta kann vera eitt næsta stig, um tey halda tað vera stuttligt og feitt at gera film, sigur hann.

 

Kann menna Føroyar sum filmsland

 

Tankin hjá Gorm og Anton við filmsskúlanum er eisini, at hann kann vera eitt fyrireikingarstig áðrenn møguligan víðari lestur.

 

– Um onkur av næmingunum skuldi fingið hug at søkt víðari at aðrar størri filmsskúlar uttanlands, so kann eitt ár á hesum skúlanum vera ein góð fyritreyt, sigur Gorm.

 

– Tað er gott at koma í gongd tíðliga, og tað er gott at royna at gera ymsar filmar, tí so man sær, hvar riggar fyri ein og ikki. Og tann besti mátin at blíva dugnaligari til at gera film, tað er við bara at gera tað. Tað er jú øgiliga hands-on at gera film, og soleiðis verður skúlin eisini, sigur hann og vísir á, at skúlin fer at menna Føroyar sum filmsland.

 

– Eg haldi tað er týdningarmikið at fokusera upp á talent-menning av ungum filmsáhugaðum føroyingum, og hetta er sjálvandi nakað, sum í longra løbinum kann gagna føroysku filmsvinnuni, sigur Gorm Just.

 

Ókeypis og góðar umstøður

 

Skúlin verður ókeypis, og undirvísingin verður í Ostahúsinum á Tórsgøtu, har Klippfisk hevur høli. Har er biografur, klippiútgerð, professionell kamera og ljósútgerð.

 

– Hatta eru nøkur ordiliga fín høli mitt í Havn, og tað haldi eg eisini vera feitt hjá teimum at fáa atgongd til.

 

Undirvísingin verður fjølbroytt við dugnaligum lærarum innan leikstjórn, klipping, upptøku, leikrit, ljóð og framleiðslu.

 

Tað er bara undirvísing eina ferð um vikuna. So talan er ikki um eina fulltíðar-skúla, men ein skúla við stórum fleksibiliteti.

 

– Til ber jú saktans at ganga á skúlanum við síðuna av einum arbeiði ella lesnaði. Hetta er eisini upplagt til eitt sabbatár, sigur Gorm Just og leggur aftrat, at undirvísingin verður antin miku- ella hósdagar, so tey úr Suðuroynni náa at fara suður við Smyrli um kvøldið.

 

Síðan tíðindini um Flogfisk komu út mitt í juni, hava stigtakararnir fingið nógvar afturmeldingar.

 

– Vit hava hoyrt frá so nógvum, sum halda hetta vera eitt gott hugskot og initiativ. Vit høvdu ein kunningarfund herfyri, og tá vóru fleiri møtt upp, so tað er ordiliga stuttligt.

 

– Og vit merkja longu ein áhuga og vænta at fáa fleiri umsóknir. Men vit vilja sjálvandi larma eitt sindur meira við hesum, so enn fleiri fáa hug at søkja, sigur Gorm.

 

Evsta mark at søkja inn á Flogfisk er 1. august. Tað ger man við einari motiveraðari umsókn, og man teknar seg á klippfisk.fo.

 

Gorm Just og Anton Petersen