Fyrrapartin fór Helle Thorning-Schmidt úr danska forsætismálaráðnum fyri síðstu ferð, og seinnapartin er hon farin frá sum formaður í javnaðarflokkinum. Valkvøldið boðaði hon frá, at hon fór frá, eftir at tað var greitt, at hon hevði mist stjórnarvaldið. Flokkurin hevur eyka landsfund í Falkoner Centrinum á Frederiksberg í dag, og har er einasta málið á dagsskrá at velja nýggjan formann.
Longu undan fundinum var tað greitt, at 37 ára gamla Mette Frederiksen er nýggjur formaður. Hon hevur seinastu stóru vikuna verið virkandi formaður. Einki annað valevni var, og harvið varð Mette Frederiksen so at siga krýnd til formann ella drotning í javnaðarflokkinum, sum tað verður tikið til í donsku miðlunum.
Mette Frederiksen er ættað úr Aalborg. Hóast hon bara er 37 ára gomul, so hevur hon drúgvar royndir á Christiansborg, har hon er hátt vird millum sínar floksfelagar og eisini í øllum øðrum flokkum. Hon varð vald í fólkatingið 20. november 2001, og í fráfarandi stjórnini var hon fyrst ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum og síðani løgmálaráðharri.
Nógvu tey seinastu árini eru tað bara tveir formenn í javnaðarflokkinum, sum ikki hava verið forsætismálaráðharrar. Teir eru Svend Auken, sum í 1992 fall sum formaður í stríðsvali við Poul Nyrup Rasmussen, og Mogens Lykketoft, sum loysti Poul Nyrup Rasmussen av sum formaður, og sum legði frá sær, eftir at hann fyri tíggju árum síðani tapti, tá ið hann bjóðaði Anders Fogh Rasmussen av í kapping um at verða forsætismálaráðharri.
Formenn í danska javnaðarflokkinum 1910-2015
1910-1939 Thorvad Stauning
1939-1941 Hans Hedtoft
1941-1945 Alsing Andersen
1945-1955 Hans Hedtoft
1955-1960 H. C. Hansen
1960-1962 Viggo Kampmann
1962-1972 Jens Otto Krag
1973-1987 Anker Jørgensen
1987-1992 Svend Auken
1992-2002 Poul Nyrup Rasmussen
2002-2005 Mogens Lykketoft
2005-2015 Helle Thorning-Schmidt
2015- Mette Frederiksen