Nýggjur formansskapur í Javnaðarflokkinum

Leygardagin varð nýggjur formansskapur skipaður í Javnaðarflokkinum. Jóna Ólavsdóttir legði frá sær sum 2. næstforfólk, og Jens Arni Leo Hammerfoss tók við

 

Javnaðarflokkurin boðar frá í tíðindaskrivi, at á landsfundi Javnaðarfloksins, sum var hildin um vikuskiftið, varð útskifting gjørd í formansskapinum. Jóna Ólavsdóttir legði frá sær sum 2. næstforkvinna, og Jens Arni Leo Hammerfoss tók við sum 2. næstformaður. 

 

Í formansskapinum sita formaðurin, tingbólkaformaðurin, sum er føddur næstformaður, umframt annar næstformaður, sum ikki er fólkavaldur. Formansskapurin er tí í dag Aksel V. Johannesen, formaður, Eyðgunn Samuelsen, næstforkvinna og Jens Arni Leo Hammerfoss, annar næstformaður.  

 

Jens Arni starvast sum lærari í søgu, heimspeki og fornaldarfrøði á Glasi og býr í Froðba við unnustuni Sólfríð og teirra trimum børnum. Jens Arni hevur verið formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag síðan 2013 og hevur eisini stillað upp fyri flokkin.