Nýggjur klædnahandil læt upp í Skopun í dag

Seinnapartin í dag hevur nýggi handilin, Hjá Karon í Skopun, opið til klokkan 19.

Í dag er móttøka í nýggjum klædnahandli í Skopun, róptur Hjá Karon í Skopun. Tað er Karin Norðberg Eið sum rekur handilin

 

Fitt av fólki hevur seinnapartin í dag verið á gátt Hjá Karon, har tey hava bjóðað boblur og okkurt gott afturvið.

 

- Øll, sum keypa onkra vøru í nýggja handlinum í dag, eru við í lutakastinum um eitt gávubræv Hjá Karon.

 

Sagt verður úr Skopun, at nýggi klædnahandilin fer at hava opið til klokkan 19 í kvøld, og at øll eru hjartaliga vælkomin á gátt.

 

- Framyvir fer klædnahandilin í Skopun at hava opið sum vanligt, og her er møguleiki at keypa klæðir og tilhoyr til kvinnuna, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

 

 

Nýggi handilin er á loftinum í gamla og søguríka Búrhandlinum.