Seinastu árini hevur 22 ára gamli Mikkjal Hansen helst verið besti málmaður í føroysku mansdeildini í hondbólti, sum undan nýggja kappingarárinum hevur skift navn til FTZ-deildin. Hetta varð eisini prógvað, tá ið Mikkjal sum einasti málverji í føroyskum hondbólti var við á landsliðnum, sum vann Emerging Nations Cup í Kosovo í juni. Hin málverjin var Bartal Kamban, sum hevur spælt við ÍF Føroyum seinastu árini. Bartal fer tó ikki at umboða ÍF Føroyar framyvir, tí at hann er farin til Íslands at lesa.
Nú er støðan tó tann, at Mikkjal ikki fer at verja málið hjá Neistanum hetta kappingarárið. Orsøkin er, at maðurin er farin niður á flatlond í lestrarørindum.
- Í fyrstu syftu fari eg at spæla við ÍF Føroyum, meðan eg royni at fáa skil á lestrarlívið. Málið hjá okkum er at flyta upp í 2. división, og tað ivist eg ikki í, at liðið er nóg gott til, sigur Mikkjal Hansen í viðmerking við in.fo.
Sostatt fær ÍF Føroyar ein annan føroyskan landsliðsmálverja ístaðin fyri landsliðsmálverjan, ið teir hava mist. ÍF Føroyar er uppflytari í 3. división, men sum tað sæst á viðmerkingunum hjá Mikkjali, so ætlar føroyingafelagið sær enn longur upp.
Av tí, at Mikkjal er farin úr felagnum, hevur Neistin ognað sær tveir nýggjar málverjar. Tann eini er Nicholas Satchwell, ið er breti og hevur royndir úr næstbestu donsku deildini. Eisini hevur Nicholas verið landsliðsmálverji hjá Onglandi.
Hin málverjin, ið er nýggjur í Neistanum, er Jan Pauli Toft Johannesen, sum er komin frá grannunum úr Kyndli. Jan Pauli verður helst eykamaður hjá Nicholas Satchwell.
Hondbóltsárið byrjar í morgin, tá ið árligu dystirnir um Lionsbikarið skulu spælast. Hjá kvinnunum spæla Neistin og Kyndil, og hjá monnunum spæla VÍF og Neistin. Kvinnudysturin byrjar klokkan 17, meðan mansdysturin byrjar klokkan 19. Báðir dystirnir verða spældir í høllini á Hálsi.