Nýggjur stjóri í Kemilux

Christina Hansen tekur við sum stjóri í Kemilux saman við Debes Petersen.

Christina er 43 ára gomul, og hevur drúgvar royndir innan bókhald. Hon hevur verið ein partur av starvshópinum síðan september 2019.

 

– Vit í Kemilux eru sera fegin um, at Christina ynskir at stjórna Kemilux saman við Debes Petersen. Vit ynskja henni bestu eydnu við starvinum, skrivar Kemilux.