Nýggjur tónleikafestivalur í Føroyum

Føroyar fáa nú ein nýggjan tónleikafestival, ið víkir frá teimum festivalum, ið eru frammanundan.

 

Stevnan hevur fingið heitið ENDURLJÓÐ – International Chamber Music Festival. Talan er um eina tónleikastevnu, ið fyrst og fremst innheldur klassiskan kamartónleik. 

Fólkini handan stevnuna eru Jóhannes Andreasen, klaverleikari, og Helle Thede Johansen, fyriskipari. Tey siga endamálið vera at skipa fyri spennandi og viðkomandi konsertum á hægsta stigi og at menna yngra ættarliðið av dugnaligum føroyskum tónleikarum, millum annað við at skipa fyri masterclass frálæru. Ætlanin er, at ENDURLJÓÐ verður afturvendandi tiltak á hvørjum ári í fyrru helvt av mai mánaði.

ENDURLJÓÐ fer av bakkastokki longu komandi vikuskifti við fjølbroyttari og spennandi konsert í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla sunnudagin 7. mai klokkan 16. Har setir Heðin Mortensen, borgarstjóri, eisini stevnuna. 

Til setanarkonsertina sunnudagin fara nakrir av okkara fremstu tónleikarum at trína á pall við tónleiki eftir William Heinesen, Chopin, Tárrega, Brahms og Bartók. Millum annað fer Kristina á Váli, selloleikari, at spæla variatiónir yvir gamla Kingo-sálmalagið ‘Vaagn op og slaa paa dine Strenge’, sum William Heinesen skrivaði fyri viola, men sum Kristina hevur lagt til rættis fyri sello. Eisini fer Sunleif Rasmussen, tónaskald, at halda røðu.

Dagarnar fram til 13. mai verða forkunnugar konsertir í auluni í Finsen og í Norðurlandahúsinum. Millum annað vitjar Nordic String Quartet, sum er mannað við dugnaligum tónleikarum úr Føroyum, Danmark og Svøríki. Eisini verður framsýning av tekningum og skitsum eftir Ingálv av Reyni í Norðurlandahúsinum, og Filmsfelagið sýnir mikukvøldið 10. mai filmin ‘2001: A Space Odyssey’ (1968), sum í sínari tíð var ógvuliga nýskapandi og sum millum mangt annað er sermerktur fyri tónleikavalið hjá leikstjóranum Stanley Kubrick. 

Á heimasíðuni endurljod.fo eru ber til at kunna seg nærri um tey einstøku tiltøkini.