Nýggjur vertur í X-Factor

Fimti verturin í donsku X Factor-søguni er kunngjørdur

DR kunnger í tíðindaskrivi í dag, at nýggjur vertur er funnin til X Factor komandi ár.

 

Nýggi verturin eitur Sofie Linde, og hevur hon arbeitt hjá DR sum tíðindafólk síðani 2009. Serliga hevur hon fingist nógv við barnasendingar á rásini.

 

Síðani X Factor tók skap í Danmark í 2008 hevur sendingin havt fýra vertir, og hava allir hesir vertirnir verið kvinnur. Tískil verður Sofie Linde fimti kvinnuligi verturin í X Factor.