6-mannafør við monnum hava higartil í ár borgað fyri sera spennandi kappróðrum. Hvessingur úr Hvalvík/Streymnesi, men mannaður við suðringum, vann á Sundalagsstevnuni, frammanfyri Sølmund, Jarnbard og Rádna. Jarnbardur vann á Norðoyastevnu í harðari kapping við Hvessing og Sølmund.
Á Eystanstevnu stillaði Páll Fangi, við manning frá Klaksvíkinginum í fjør og stórur spenningur var til, hvussu tað fór at eydnast teimum.
Tað gjørdist ein javnur startur, men Hvessingur, Páll Fangi og Rádni løgdu seg á odda. Páll Fangi otaði seg ein hálvan skut framm um Hvessing meðan Rádni, Gongurólvur, Sølmundur, Tvørabáturin og Jarnbardur stríddust um triðja pláss.
Tá teir nærkast keiini er Páll Fangi hálva bátslongd á odda, men teir á Hvessingi spenna á. Rádni, Sølmundur og Jarnbardur stríðast um triðja pláss. Inn móti Høgabólinum fer Jarnbardur at ganga og nærkast skjótt Hvessingi. Páll Fangi er ein stóran skut framman fyri Hvessing, sum er ein hálvan skut framman fyri ein skjóttgangandi Jarnbard.
Tá 100 metrar eru eftir, er Páll Fangi á odda, meðan Hvessingur, Jarnbardur, Sølmundur og Rádni fylgja honum og í spurtinum eydnast tað Jarnbardi at ota seg framm um Hvessing.
Páll Fangi vann við tíðini 05:01.02, Jarnbardur bleiv nummar tvey við tíðini 05:03.23 og Hvessingur nummar trý við tíðini 05:04.08. Sølmundur bleiv nummar fýra, Rádni nummar fimm, Gongurólvur nummar seks, Lómur nummar 7, Tvørabáturin nummar 8 og Smyril nummar 9.
1 | Páll Fangi | 05:01.02 | ||
2 | Jarnbardur | 05:03.23 | ||
3 | Hvessingur | 05:04.08 | ||
4 | Sølmundur | 05:05.19 | ||
5 | Rádni | 05:07.13 | ||
6 | Gongurólvur | 05:09.03 | ||
7 | Lómur | 05:09.12 | ||
8 | Tvørabáturin | 05:11.08 | ||
9 | Smyril | 05:15.15 |