Hondbóltsútisetar: Nykøbing Falster misti javnleikin í evstu løtu

Annika Fríðheim Petersen slapp ikki nógv uppí part í dagsins dysti

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen slapp tvær ferðir á vøllin í samband við brotskøst, ið bæði fóru í málið tá lið hennara, Nykøbing Falster tók móti Odense á heimavølli í dag.

 

Cecilie Greve sum vardi málið hjá Nykøbing Falster tað allarmesta av dystinum hevði eitt bjargingarprosent uppá 25.

 

Odense sum er oddalið í bólki 1 í endaspælinum vann dystin í Nykøbing við einum máli 27-26. Sigursmálið var skorað heilt móti endanum. Tá tveir minuttir vóru eftir var Odense á odda 26-24. Tað eydnaðist Nykøbing Falster at javna til 26-26, men Odense fór við øllum í allarseinastu løtu.

 

Nykøbing Falster kappast við Viborg um annað plássið í bólki 1, ið gevur atgongd til hálvfinalurnar. 

 

Mikukvøldið 27. apríl spælir Nykøbing Falster á útivølli móti júst Viborg. 

 

Støðan í bólki 1: 

 

 

 

NrLið: DystirStig
1Odense 410
2Viborg HK45
3NFH44
4København40