Marjun Dalsgaard
?????
Svend Auken: ? Stórt tap fyri Føroyar
? Atli Dam hevði eitt politiskt yvirlit, sum var heilt ótrúligt, og hann hevði eina klóka áskoðan á sambandið millum Føroyar og Danmark - nevnliga, at styrkja Føroyar, so tær kunnu gerast ein sjálvstøðugur partur av ríkinum, sigur Sevnd Auken, fólkatingslimur og fyrrverandi formaður í danska Javnaðarflokkinum.
Auken hevur samstarvað við Atla Dam í nógvum ymiskum førum, men fyri hann var Atli ikki bert ein starvsfelagið.
? Atli var ein vinur fyri meg, og eg havi mangan vitjað heim hansara, bæði tá ið hann búði í Suðuroynni og í Tórshavn. Seinast eg var í Føroyum í arbeiðsørindum, prátaðu vit saman í fleiri tímar á skrivstovu hansara á Realkredittstovninum, og hóast at hann var viknaður likamliga, var hann líka sterkur andaliga. Aftanfyri hansara álvarsama yvirbrá var eitt heitt og humoristiskt menniskja, sigur Svend Auken og leggur aftrat, at hann er sera glaður um at fáa høvi at siga nøkur orð um Atla Dam.
? At Atli er farin er eitt stórt tap fyri Føroyar, sigur hann at enda.
Poul Nyrup Rasmussen: ? Atli Dam setti land sítt fram um alt
? Atli Dam stríddist fyri sínum landi, og hann var ein av teimum mest karismatisku politikarum, eg havi hitt. Vit fara at minnast hann, sum mannin, ið fekk rættindini til oljuna í føroysku undirgrundini heim í samstarvi við Poul Schlüter. Eg veit, at hann sjálvur metti hetta vera sína størstu politisku ger, og hesum eri eg samdur í, tað havi eg eisini sagt við hann, meðan hann enn var á lívi, sigur Poul Nyrup Rasmussen og leggur aftrat:
? Atli Dam setti gongd á føroyska búskapin. Hann hevur eftir mínum tykki ofta verið fyri órættvísum atfinningum, tí hóast føroyska samfelagið hevur havt trupulleikar, millum annað orsakað av altjóða viðurskiftum og tupulleik-um við fiskinum, stendur eftir, at tá tú kemur til Føroyar í dag, kemur tú til eitt nútímans land, vælútbygt og við einum góðum infra-strukturi. Atli var ein stórur politikari, sum eg hevði stóra virðing fyri. Tú kundi altíð líta á hann ? ein avtala var ein avtala. Vit fara at minnast hann sum ein stóran javnaðarmann, sum altíð setti land sítt fram um alt. Hann var eisini ein góður vinur, og hann hevur uppiborið eina stóra tøkk fyri alt tað, sum hann hevur nátt. Hann stóð altíð stinnur, og vit fara at minnast hann, fyri alt hann hevur útint bæði í Javnaðarflokkinum, í Føroyum og í Dan-mark.
Anker Jørgensen: ? Hann læt sær ikki lynda
? Eg havi kent Atla Dam, síðan hann var helt ungur, sigur 83 ára gamli fyrrverandi forsætismálaráðharrin Anker Jørgensen, og heldur fram
? Hann var so øgiliga stillur. Hann var støðugur og róligur, men undir tí stillisliga lá eisini eitt temperament. Hann lat sær ikki lynda, og hann var aldri ein sligin maður ? var hann fyri ósigri, so sletti hann tað av sær ? rysti sær á og helt síðan áfram við sínum støðuga arbeiði. Hann hevði sosialar hugsjónir, sum hann bar fram uttan nakað hovasták. Hann var trúðfastur, og ein maður, sum var sera veruleikakendur. Hann visti, hvat lat seg gera og talaði beinleiðis til fólk ? eingi ?svinkørindi? ? einki roks. Hansara samband við danska Javnaðarflokkin og Danmark var møguliga ikki stormandi, men tað var hjartaligt, sigur Anker Jørgensen at enda.
Hans Jørgen Jensen:? Atli hevur lært meg nógv
Hans Jørgen Jensen, fyrrverandi fólkatingslimur fyri danska Javnaðarflokkin, hevur samstarvað við Atla Dam í umleið 30 ár bæði í politikki og í sambandið við Realkredittstovnin, har hann sat í stýrinum.
? Eg var skakaður, tá eg hoyrdi, at Atli var farin. Tað fyrsta, ið rann mær í hug, var hansara stóra arbeiði í sambandið við at fáa krígspensjónina gjøgnumførda í Føroyum, og hetta at hann fylgdi pápa sínum í yrkinum ? teir hava báðir gjørt nógv fyri Føroyar. Hann var eins og pápin ein av teimum heilt stóru innan politikk, sigur Hans Jørgen Jensen.
? Atli var eitt hugnaligt, heitt og deiligt menniskja. Hann førdi seg ikki fram, men hevði stóra ávirkan bert við at vera til staðar. Vit vóru ungir, tá vit hittust, og eg vildi fram her í lívinum, hann lærdi meg, at tær ikki altíð nýtist at seta teg sjálvan í fokus fyri at vísa, at tú er dugnaligur, sigur Hans Jørgen Jensen og leggur aftrat:
? Atli Dam var ein dugnaligur politikari og góður demokratur. Styrki hansara var evnið til at kjakast um tingini á sømuliga hátt, men ikki minst at sláa ígjøgnum, tá ið nokk var kjakað ? og tá stóð hann altíð stinnur við báðum beinum plantaðum væl í jørðini. Hann var framsíggin og hevði gott tak bæði í sínum yrki sum politikari og á Realkredittstovninum.
Knud Heinesen: ? Atli var góður samráðingarfelagi
Knud Heinesen, fyrrverandi fólkatingslimur og næstformaður fyri danska Javnaðarflokkin, hevur mangan sitið í samráðing-um við Atla Dam.
? Eg havi mangan hitt Atla Dam í samráðingum, og eg kendi hann sum ein politikara, ið fylgdi reglunum og helt sítt orð. Okkara samband var vinarligt og merkt av góðum lagi. Eg metti okkara samstarv høgt, sigur Knud Heinsen
? Atli Dam var ein sosialdemokratiskur politikkari av gamla slagnum, sum visti, hvat hann umboðaði og hvønn, men hann vísti kortini tann vilja til at samráðast, sum skal til, fyri at tú kanst vinna nakað úrslit, sigur Knud Heinesen.