Nyrup bjóðar løgmanni til Danmarkar

Í sambandi við at nýggja Landsstýrið er skipað, hevur Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, sent heilsan við góðum ynskjum til Anfinn Kallsberg, løgmann

Vegna donsku stjórnina hevur Nyrup Rasmussen sent Anfinni Kallsberg, løgmanni, eina heilsu har hann ynskir nýggja Landsstýrinum tillukku, við vón um gott samstarv frameftir.

­ Eg havi persónliga ringt til Anfinn Kallsberg og sagt honum, at danska stjórnin vil arbeiða miðvíst fyri at finna loysnir á teimum spurningum, sum hava við sambandið millum Danmark og Føroyar at gera.

Hetta er galdandi fyri bankamálið eins væl og uttanlandsskuldina, har danska stjórnin frameftir er til reiðar at finna loysnir, til fyrimuns fyri einum burðardyggum føroyskum samfelag, sigur Poul Nyrup Rasmussen.

Hann upplýsir samstundis at hann hevur bjóðað løgmanni til Danmarkar, fyri at teir í felagsskapi kunnu fyrireika komandi samráðingar.

­ Í hesum sambandi fari eg at bíða Anfinn Kallsberg upplýsa um samgonguna og serliga teir lutir í skjalinum, sum hava við framtíðar sambandið millum Danmark og Føroyar at gera, sigur forsætisráðharrin í skrivinum til løgmann.